Activision á GOG.com
29/01/2010 klokkan 00:56 - Anayna


Niðurteljingin á GOG.com er liðug, og avdúkingin var at størsti spæl-útgevarin í verðini, Activision, fer at deila klassikarar sínar.
Tað er ikki hvønn dag, at man kann skriva góð tíðindi við navninum Activision í.

Ert tú ein fastur vitjandi her á síðuni, og kennir ikki GoodOldGames.com, so verður tú vinarliga biðin um at koyra høvd títt í nærmastu skuffuna, og síðani smekka hana aftur. Lesarar við eymum høvdi skulu bara vita, at GOG er ein heimasíða sum bjóðar DRM-fríar telduspæl klassikarar fyri sera rímiligan prís.
Tað er ein øgiliga feit síða, sum loyvir nýggjum spælarum at royna eldri spøl uttan at hugsa um spølini rigga við nýggjum teldum, og loyvir eldri spælarum at njóta nostalgia rúsin. Nú er GOG tó blivið enn betri, tí Activison er nýggjasti útgevarin á síðuni.
Activision fer at endurútgeva fleiri spøl í komandi mánaðum, men beint nú bjóða tey Arcanum: Of Steamworks and Magic Obscura, eitt RPG úr 2001, og Gabriel Knight: Sins of the Father, eitt point-and-click adventure spæl úr 1993, sum eg faktiskt sjálvur kann viðmæla.

Tað verður spennandi at síggja hvørji onnur spøl Activison fer at bjóða á GOG. Tey eiga rættindini til sera nógv góð gomul adventure spøl, fyri ikki at tala um Quake spølini, og ein vinmaður hjá mær klárar ikki at halda gák um hvussu gott Vampire: The Masquerade er.
Hevur tú áður keypt frá GOG.com, og um so er, hvat dámdi tær?

Kelda.

Viðmerkingar: 4
Síða [1]
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 1 - 29/01/2010 klokkan 01:07

eg koyrdi høvði í skuffuna og smekkaði aftur, tað gjørdi ræguliga ilt.
Rolf

18/12/2013

Stað: -
Innlegg: 499
# 2 - 29/01/2010 klokkan 01:35

Arcanum er eitt must try ^^
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 3 - 29/01/2010 klokkan 02:37

2010-01-28 at 7:07 PM - Pavlo:
eg koyrdi høvði í skuffuna og smekkaði aftur, tað gjørdi ræguliga ilt.

I'm sowwy... ;(

Nei, ikki ordiliga.
Ishkur

29/06/2018

Stað: -
Innlegg: 1352
# 4 - 29/01/2010 klokkan 05:14

I<3GOG! Hesi eru á mínari account: Fallout 1, 2 og tactics(akkurát byrjaður at spæla eittarin faktist, havi bert spælt tveyarin langtsíðan(og trýarin, men hann telur ikki ordiliga), Duke Nukem 3D(breeeeðkaði old school controls, MEN man kann broyta teir til nútíðans), The Longest Journey(havi lisið um tað, so gleði meg at spæla tað!), MDK 1 og 2 (áttu eittarin til PSX, so hví ikki!) og Sacrifice (lisið um tað).
Og so havi eg fleiri á Wishlistanum Elski annars hasa síðuna, fólkið sum koyra hana, hvussu hon er sett upp, og ze community!


Siðst broytt av Ishkur tann 29/01/2010 klokkan 05:15 (broytt 1x)

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.