Wii virtual console. Kirby 64
07/03/2008 klokkan 02:15 - Vagnur


Europa hava einans fingi eitt nýtt spæl til Virtual Console í dag. Men tað at tað er eitt Nintendo 64 spæl, og at tað er Kirby 64, gerð at vit nokk klára eina viku við einun spælið.

Kirby 64: The Crystal Shards - N64 - 1000 Wii Points

Kirby 64: The Crystal Shards er tað einasta Kirby spælið í 3D (tó er eitt "undir development" í løtuni, men man veit lítið og einki um tað). Kirby 64 verður vanliga skýrt sum tað vánaligasta spælið í Kirby seriuni, men fyri tað er tað eitt gott spæl, tey bæði eldru spølini vóru bara betur.

Í Kirby 64 hevur hesin ljósareyði bólturin fungi ein nyggjan fígginda, sum kallast Dark Matter. Dark Matter leitari eftir einum sterkum krystalli í einun landi langt burtur, men ein ung "fe" við navninun Ribbon, roynir at bjarga krystalinum við at taka hann til Dream Land. Nú er krystallurin brotin, og stykki liggja runt um allan heim.
Tú stýrir Kirby, og hjálpir honun runt í verðini, meðan hann roynir at samla øll 100 pettini av tí brótnaða krystallini. Í gjøgnum spælið brúkar tú eitt av teimum tingunum sum Kirby er kendir fyri, og sum man eisini sær í Super Smash Bros. tað er tað at kopiera mótstøðumansins eginleikar, og brúka teir ímóti honum. Man kann eisini royna at kombinera fleiri eginleikar, og so fært tú møguliga eitt sum er sterkari enn tað vanliga.

Fjepparir av Kirby og Action spølun við ljósum farviríkun "graphics", burdu heilt avgjørt keypt hetta beinanvegin.

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 1 - 08/03/2008 klokkan 17:12

Eg haldi at Kirdby er ein av hasum spølunum, ið ikki skulu verða í 3D...

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.