Age of Conan free-to-play
10/07/2011 klokkan 20:59 - HForce


Nógv spøl eru farin yvir til free-to-play modellið, og Age of Conan er nú eitt av teimum. Spælið upplivdi ekstremt hype, tá ið tað fyrst varð útgivið, men tað doyði út aftaná launch, tá tey flestu gjørdu av, at tað faktiskt ikki var serliga stuttligt.

Møguliga eru fleiri sum vilja geva spælinum ein kjans afturat, nú tað er vorðið free-to-play.

Sjálvandi eru møguleikarnir avmarkaðir hjá teimum, sum spæla ókeypis. Tey sum velja at spæla ókeypis hava atgongd til færri character classes, økir, character slots, pláss í bankanum, osfr.
"Premium" útgávan kemur at kosta $15/mánaðin, tað sama sum spælið hevur kostað higartil.

Niðanfyri sæst ein trailer í sambandi við free-to-play lanseringina.

[center][/center]

Viðmerkingar: 5
Síða [1]
Rolf

18/12/2013

Stað: -
Innlegg: 499
# 1 - 11/07/2011 klokkan 01:56

Har eru naknar damur í woop woop
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 2 - 11/07/2011 klokkan 02:03

2011-07-10 at 10:56 PM - Rolf:
Har eru naknar damur í woop woop


Tær eru nokk í klæðum um mann hevur free-to-play account.
Quou

08/11/2017

Stað: -
Innlegg: 484
# 3 - 11/07/2011 klokkan 02:45

man leggur til merkis at Halgir er afturkomin ^^ <3
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 4 - 11/07/2011 klokkan 03:38

2011-07-10 at 11:45 PM - Quou:
man leggur til merkis at Halgir er afturkomin ^^ <3


Halgir kom nú aftur fyri 1½ viku síðani, so hann kundi líka havt tikið fingurin úr reyvuni.
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 5 - 11/07/2011 klokkan 18:11

Halgir er eisini farin at umtala seg sjálvan í triðja persóni
og spyr meg ikki hví hann hevði fingurin í reyvini at byrja við

annars: naknar dámur yay

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.