A Tale of Internet Spaceships
16/07/2014 klokkan 20:39 - HForce
EVE Online er MMO'ið har fleiri túsund spælarar flúgva runt í rúmdarskipum og spreingja hvønn annan, skamma noobs, byggja rúmdarstatiónir í lógleysum stjørnuskipanum og manipulera sandkassan pá allar møguligar mátar.

Gaming.fo skrivaði fyri tveimum mánaðum síðani um eina søgubók, sum kemur at snúgva seg um EVE Online universið og tess menning.

Fyri einari stuttari viku síðani sá eitt annað projekt dagsins ljós, tá ið dokumentarfilmurin "A Tale of Internet Spaceships" varð útgivin. Filmurin, sum varð fíggjaður umvegis eina crowdfunding kampagnu á Indiegogo, bleiv frumsýndur tann 11. juli í Malmø, Svøriki.

Filmurin snýr seg um nakrar av søgunum aftanfyri EVE Online. Hann er upptikin á árliga EVE Fanfest í Reykjavík. Á ársins Fanfest vórðu allir EVE Online spælarar heiðraðir við einari standmynd í Reykjavík, og filmurin tosar við nógvar av fremstu persónligheitunum millum teir. Eitt nú umtalar filmurin "Monoclegate", skandalan sum kom burturúr CCP'sa roynd at selja kosmetiskar lutir í spælinum fyri veruligar pengar (hvat tað nú merkir).

Tú kanst lesa meira um filmin á heimasíðuni.
Filmurin sæst ókeypis á YouTube. Tú sært hann eisini beint niðanfyri her.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.