Air Brawl trailer
28/09/2014 klokkan 13:55 - HForce
Eg sá fyri nøkrum døgum síðani hendan trailer fyri eitt komandi indie spæl sum eitur Air Brawl. Menning byrjaði opinbart í ár, og vónandi útgivið um eitt ár ella tvey.

Sambært teirra síðu á Indie DB, er planurin at fíggja projektið gjøgnum Kickstarter, men tað má bíða til Kickstarter verður tøkt í Svøriki. Tað hendi faktiskt fyri hálvari aðrari viku síðani, at Kickstarter opnaði í Danmark og Svøriki, so eg eri spentur pá at síggja projektið á har.

Hetta spælið virkar serliga áhugavert, tí tað hevur eina "arcadey" kenslu yvir seg. Eg havi roynt War Thunder, sum er blivið so populert, men tað hevur fokus á realistiskari simulatión. Hetta spælið sær villari og stuttligari út, haldi eg.

Sí trailaran niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.